- Tíðindi, mentan og ítróttur
Í kvøld verða gøtuljósini sløkt
Í kvøld verða gøtuljósini sløkt
Earth hour skal minna okkum á at verja umhvørvið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
23.03.2024 - 12:31
Við at sløkkja ljósið í ein tíma er endamálið hjá Earth Hour, ella Jarðartímanum, sum tað eitur á føroyskum, at varpa ljós á veðurlagsbroytingar og umhvørvisvernd sum heild.
Tiltakið varð hildið fyrstu ferð í Avstralia í 2007, tá meir enn 2,2 milliónir fólk sløktu ljósið í ein tíma.
Síðani hevur jarðartímarørslan breitt seg um allan heimin, og í Føroyum var Tórshavnar kommuna í 2009 tann fyrsta at sløkkja ljósið.
Síðani eru fleiri aðrar føroyskar kommunur komnar við, og víða hvar um landið verður ljósið sløkt henda eina tíman í kvøld.
Kring heimin verður jarðartímin nú hildin í yvir 190 londum.
Nýggjastu sendingar í ÚV