Nýggja nevndin í Pedagogfelagnum farin til sáttmálasamráðingar

Nýggja nevndin í Pedagogfelagnum farin til sáttmálasamráðingar
Partarnir fóru til samráðingarborðið í hølunum hjá Kommunufelagnum klokkan 13.30
Hýrurin var góður, tá nýggja forkvinnan í Pedagogfelagnum, Sanna á Løgmansbø, og Ruth Vang, landsstýriskvinna, hittust til samráðingar seinnapartin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.03.2024 - 14:45

Samráðingarnar millum Pedagogfelagið, Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið um nýggjan sáttmála eru nú tiknar uppaftur.

Steðgur hevur verið í samráðingunum, meðan bíðað hevur verið eftir aðalfundinum í Pedagogfelagnum, har nýggj forkvinna var vald og eisini fleiri nýggir nevndarlimir.

Umframt forkvinnuna hevur Pedagogfelagið fingið fýra nýggjar nevndarlimir. Bara ein limur í gomlu nevndini er eftir.

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

 

Klokkan 13.30 fóru partarnir aftur til samráðingarborðið, og í dag verður samráðst í fundarhølunum hjá Kommunala arbeiðsgevarafelagnum.

Sanna á Løgmansbø segði fyrr í vikuni við útvarpið, at onkrar broytingar eru gjørdar í samráðingarupplegginum hjá Pedagogfelagnum, og spurningurin um lønarlyftið er eisini á skránni.

Umframt forkvinnuna hevur Pedagogfelagið fingið fýra nýggjar nevndarlimir. Bara ein limur í gomlu nevndini er eftir.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035