- Tíðindi, mentan og ítróttur
Innflutningurin minkaður 1,2 milliardir - bíligari olja er høvuðsorsøkin
At oljan er vorðin bíligari, sæst aftur í innflutningstølunum hjá Hagstovuni fyri tíðarskeiðið januar í fjør til februar í ár.
Innflutningurin hetta tíðarskeiðið var 1,2 milliardir kr. minni enn somu tíð 12 mánaðir frammaundan, ella 9,4 prosent minni.
Innflutningurin av brennievni og øðrum oljuúrdráttum minkaði umleið 600 milliónir kr., tí prísurin er lækkaður.
Innflutningsprísurin á brennievni á sumri í 2022 var meira enn átta krónur liturin, men seinastu tíðina hevur hann ligið millum fimm og seks krónur liturin, sigur Hagstovan.
Innflutningurin til beinleiðis nýtslu er minkaður 492 milliónir krónur, ella 9,3 prosent, frá januar í fjør til februar í ár.
Innflutningurin til nýtslu í framleiðsluni er minkaður 190 milliónir krónur, ella 4,1 prosent.