Seinasta orðið ikki sagt um Gellingarklett

Seinasta orðið ikki sagt um Gellingarklett
Yvirlandbúnaðarstevna verður um myllurnar á Gellingarkletti 4. apríl
Gellingarklettur.
 
18.03.2024 - 06:05

Yvirlandbúnaðarstevna verður um myllurnar á Gellingarkletti 4. apríl.

Úrskurðurin hjá landbúnaðarstevnuni fyri Streymoyar sýslu 12. oktober 2020 er lagdur fyri Yvirlandbúnaðarstevnuna.

Niðurstøðan hjá landbúnaðarstevnuni var millum annað, at avgerðin hjá Búnaðarstovuni 31. juli 2019 um at leiga lendið við Gellingarklett til orkumyndugleikan verður afturkallað.

Tilsøgnin frá 3. november 2005 frá Búnaðarstovuni til Sigert Patursson stendur við.

Tí verður Búnaðarstovan dømd til at gera leigusáttmála við festaran Sigert Patursson um lendið á Gellingarkletti til vindmyllur.

Í yvirlandbúnaðarstevnuni eru vald Marianna Simonsen í Miðvági, Jonna Krog Poulsen á Sandi,  Archibald Black í Klaksvík og Anja Eliassen á Trøllanesi.

Yvirlandbúnaðarstevnan verður í Dómhúsinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Hósdag 21. november
«Dómur heimsins»
183980
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977