- Tíðindi, mentan og ítróttur
Undirhaldandi lærdómur saman við Vinusi og Vimús
Hetta er triði partur, og Vinus og Vimús hugna sær saman við sínum heilt serstaku vinum.
Spælið hesa ferð kallast pinnaspæl – hevur tú hug at spæla tað, sp er nóg mikið at spæla við tveimum pinnum, einum lítlum pinni og einum stórum.
Tá bókin dettur av hillini, er tað bókin um Bollan og taskuna hjá pápanum. Tá bókin er lisin, fara Vinus og Vimús at spæla handil.
Tá ið Vinus fer at spæla sangin, klívur Vinurin inn gjøgnum vindeygað við nýggjum ljóðføri – teir spæla sangin um børn, sum brosa.
Smáteknifilmarnir eru eisini við. Og so fer Vimús at siga alt tað, sum Vinus skal tekna.
Og at enda er bert eftir at siga:
Góðan morgun dag gott kvøld góða nátt – og farvæl!
At brúka til pinnaspæl:
Ein lítlan pinn og ein stóran pinn. Og tveir kubbar ella okkurt at leggja tann lítla pinnin á.