Umstrídd bók fingið lesaravirðisløn

Umstrídd bók fingið lesaravirðisløn
- Eg havi ikki mist nakað sum persónur ella rithøvundur við at útgeva bókina, sigur Høgni Mohr, sum hevur vunnið lesaravirðislønina hjá føroysku bókasøvnunum fyri Saga JAM
 
13.03.2024 - 12:28

Nógv bleiv kjakast, forklárað og gitt um bókina.

Hóast meiningarnar hava verið ymiskar, so hava lesarar á føroysku bókasøvnunum talað. Bókin, Saga JAM eftir Høgna Mohr, hevur fingið ársins lesaravirðisløn.

At Saga JAM alt fyri eitt bleiv ein rættiliga umstrýdd bók, sum fólk høvdu sera ymiskar meiningar um, kom ikki óvart á rithøvundan.

- Eg roknaði við, at tað fór at blíva ymiskt, at fólk fóru ikki bara at lata vera við at viðmerkja, at eg hevði givið hesa bókina út, men eg hevði ikki roknað við, at tað fór at blíva upp á tann mátan, tað bleiv, á sosialu miðlunum, sigur Høgni Mohr og sipar til allar tær ymisku útsagnirnar, sum fólk skrivaðu á eitt nú Facebook. 

Hann heldur, at summi fólk eru annarleiðis á netinum, enn tey eru í veruleikanum.

- Hasa damuna kenni eg, hví skrivar hon nú hatta. Eg bleiv bilsin av, hvussu ótrúliga polariserað tað er á Facebook. Tað undraði meg. Og onkran teirr mátti eg so eisini seta meg í samband við, fyri líka at fáa okkurt upp á pláss reint faktuelt, sigur Høgni Mohr. 

Stóra evnið í sambandi við bókina snúði seg um, hvørt talan var um eina skaldsøgu ella eina ævisøga: Gav Høgni Mohr eina bók út um barndómsvinin, Jan Allan Múller, hóast Jan Allan Múller sendi eitt skriv út, har hann gjørdi vart við, at hann ikki hevði givið rithøvundanum loyvi til hetta?

Høgni Mohr sigur, at tað er umráðandi hjá sær at sláa fast, at talan er um eitt skaldarverk. 

Spurdur, hvat samband hann hevur við barndómsvinmannin í dag, svarar Høgni Mohr:

- Eg havi sagt tað áður, at mítt samband við hann, tann livandi persónin, er ikki broytt upp á nakran sum helst máta, sigur Høgni Mohr. 

- Bókin hevur kostað ymiskt. Uttan iva eisini okkurt, eg ikki veit um, men tað er ikki nakað, sum er farið úr mínum lumma sum persónur. Hon hevur kostað nakað, men eg føli ikki, at tað, hon hevur kostað, er einsbetýðandi við, at eg havi mist nakað sum menniskja ella rithøvundur, sigur Høgni Mohr.


Hetta er fyrstu ferð, at lesaravirðislønin er latin. Tilsamans tríggjar bøkur vóru í uppskotið at fáa virðislønina. Talan var um bøkur, sum vóru tær mest lisnu og læntu bøkurnar á bókasøvnunum kring landið.

 

1660214

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. desember
Breddin - Fátakaváði
184576
Týsdag 3. desember
Morgunlestur týsdagur 3. desember 2024
183614
Mánadag 2. desember
Norðurljóð 2.desember 2024
184534
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. desember
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184551
Mánadag 2. desember
3-2 (2. desember 2024)
184550
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480