- Tíðindi, mentan og ítróttur
Umhvørvisstovan: Gongur ov seint at gera spillvatnsætlanir
Umhvørvisstovan: Gongur ov seint at gera spillvatnsætlanir
20 av 29 kommunum hava ikki gjørt spillvatnsskipanir enn, hóast freistin fór fyri níggju árum síðani
13.03.2024 - 13:12
Tað gongur ov seint hjá kommununum at gera spillvatnsætlanir.
20 av 29 kommunum hava ikki enn gjørt spillvatnsskipanir, sum lúka lógarásettu krøvini. Tær skuldu annars verið lidnar í 2015.
Og haraftrat eru bert fáar kommunur, sum hava givið Umhvørvisstovuni dagførda ætlan fyri spillvatnið, sum skuldi verið latin inn í fjør.
Rakul Mortensen, umhvørvisviðgeri. (Mynd: Umhvørvisstovan)
- Tað verður ikki tikið í nóg stórum álvara, heldur Rakul Mortensen, umhvørvisviðgeri á Umhvørvisstovuni, sum hevur eftirlit við, at kommurnurnar halda spillvatnskungerðina.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
13032024_Spillvatn
Nýggjastu sendingar í ÚV