Nýggj sending á KVF Ljóð: "So sita vit í Fornanum"

Nýggj sending á KVF Ljóð: "So sita vit í Fornanum"
Útvarpsrøð í fýra pørtum um tilveruna hjá Jakobinu Ellingsgaard. Høgni Mohr hevur lagt til rættis. Í útvarpinum týsdagar kl. 17, men allir partar eru tøkir longu nú á KVF Ljóð
Bina í stovuni hjá sær í Fornanum í Sørvági.
Mynd: © Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.03.2024 - 09:33

Sendingarnar eru gjørdar í 2024. Tær snúgva seg um tilveruna hjá Jakobinu Ellingsgaard (1958). Jakobina býr í Sørvági. Upptøkurnar eru gjørdar heima hjá henni og í Havn.

 

Fyrsta sending um lívið hjá Jakobinu er um, at livandi hugflog føðir skaldskap og sang suðuri í Vági, har Jakobina veksur upp. Vit fylgja vágsgentuni fram til ungdómsárini.

 

"Abbi mín segði seg hava upplivað ymist, sum hoyrir undir tað meira yvirnatúrliga. Hann merkti og sá fyri sær skipsmanningar og onnur ting. Tað hevur nakað við følsomheit at gera; hvussu mann er skrúvaður saman."

Jakobina Ellingsgaard

 

Onnur sending lýsir, hvussu verkamannalív og politiskt tilvit bráðna saman suðuri í Vági. Sosialisman livnar og fær serligt flog millum ungdómar, sum ganga á HF. Jakobina gerst stríðssinnað fakfelagskona í Havn, men flytur síðan úr Føroyum at lesa og reiðrast.

 

"Pabba var tjóðveldismaður. Mamma var javnaðarfólk. Men pabba var interesseraður í samfelagsviðurskiftum. So har vóru helvitis diskussiónir uppi hjá okkum!"

Jakobina Ellingsgaard

 

Í triðja parti leitar Jakobina aftur í hagan í høvuðsstaðnum. Hagin hevur skap, ljóð og litir, sum Bina illa fær verið fyriuttan. Listafólkum líkt flákrar hon í tilveruni. Børn føðast og krevja serligt ansni.

 

"Tað var onki eftir at liva fyri. Eg fór so á sosialu deild. Og Gud havi lov fyri Kristian Magnussen! Tað má eg siga! Kristian hjálpti mær, soleiðis at tað gekk."

Jakobina Ellingsgaard

 

Fjórða og seinasta sending snýr seg um, at Jakobina arbeiðir hart sum móðir og tónleikari. Hon verður skild og fer at ovurnýta rúsdrekka. At enda kennir hon tað sum, at hondin hjá abbanum í Vági lyftir hana upp í ljósið. Bina finnur maka í Fornanum í Sørvági, har tey bæði búgva.

 

"Pápin til sjós. Hendurnar titra á stampin. Síðumaðurin bjóðar ein royk. Skilir hví, eg standi sum eitt býtt. Og gráti."

Jakobina Ellingsgaard eftir Jóanes Nielsen

 

"So sita vit í Fornanum", sum er í fýra partum, verður at hoyra í útvarpinum týsdagar kl. 17.05. Fyrsti partur er á skránni í dag, týsdagin 12. mars. 

Men allir partar eru tøkir longu nú á KVF Ljóð.

 

Tøkningur: Rúni Eysturlíð. Myndir: © Bjarni Árting Rubeksen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. desember
Midnáttarmessa úr Mariukirkjuni 2024
185550
Mikudag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
185549
Týsdag 24. desember
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
185542
Mánadag 23. desember
Jól á Quiztinum 2024
185509
Mánadag 23. desember
Morgunlestur mánadagur 23. desember 2024
185000
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. desember
Jól við Løkin 1:2
185547
Mikudag 25. desember
Brotið
185554
Mikudag 25. desember
Andakt við Silasi Olofson
185552
Mikudag 25. desember
Gudstænasta úr Havnar kirkju
185555
Mikudag 25. desember
Jól í Narnia
185540

Meira um sama evni