- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgreglan kannar hending á skeinkistaði
Løgreglan kannar hending á skeinkistaði
Ein útlendskur maður er varðhaldsfongslaður í fýra vikur
12.03.2024 - 08:29
Løgreglan kannar í løtuni eina hending sunnunáttina millum tvey vaksin fólk á einum skeinkistaði.
Málið er eitt mál um 'anden kønslig omgang', har ein útlendskur maður skal hava noytt eina kvinnu til nakað, uttan at hon hevur givið samtykki.
Kvinnan meldaði hendingina, og løgreglan var skjót á staðnum.
Maðurin var fyrrapartin í gjár í Føroya Rætti varðhaldsfongslaður í fýra vikur.
Løgreglan skal tosa við tvey vitni aftrat.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV