- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leggja dúkin á í næsta mánaði
Leggja dúkin á í næsta mánaði
Dúkurin skrædnaði í ódnarveðri í fjør, men nú verður arbeitt við at leggja nýggjan dúk á
11.03.2024 - 11:10
Alt tilfarið er fingið til vega, og nú verður bara bíðið eftir kranunum, sum skulu lyfta stóra dúkin upp á marghøllina.
Tað sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági.
Einki virksemi hevur verið í Marghøllini í Vági, síðan hon fyrst í februar mánaði í fjør fekk stóra skaða í illveðri.
Dúkurin skrædnaði eftir allari longdini, men nú verður arbeitt við at umvæla skaðan og leggja nýggjan dúk á.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
11032024_Bjarni_Johansen
Marghøllin í Vági var tikin í brúk fyrst í 2018, og er størsta ítróttarhøll í landinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV