Danmark fordømir ísraelskar búsetingar

Danmark fordømir ísraelskar búsetingar
Danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, fordømir nýggjar ísraelskar búsetingar á Vestara áarbakka
Danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, fordømir nýggjar ísraelskar búsetingar á Vestara áarbakka.
Mynd: Phill Magakoe/AFP/Ritzau Scanpix  
 
10.03.2024 - 10:59

Danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, fordømir nýggjar ísraelskar búsetingar á Vestara áarbakka.

Tað skrivar danska uttanríkisráðið sambært danska kringvarpinum á miðlinum X.

- Vit vilja undirstrika, at búsetingarnar eru ólógligar sambært fólkarættinum og ein verulig foran fyri friði, sigur hann.

ES fordømir eisini búsetingarnar.

Uttanríkisstjórin í ST, Josep Borrell, skrivaði fríggjadagin, at ST fordømir, at Ísrael hevður góðkent at lata 3.426 nýggjar búsetingar byggja.

- Vit mæla Ísrael til at broyta hesa avgerð, sigur Borrell.

Sambært frágreiðing hjá ST eru ísraelsku búsetingarnar á hersetta Vestara áarbakka víðkaðar við nærum 24.300 nýggjum bústøðum í tíðarskeiðnum frá 1. november 2022 til 31. oktober 2023.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946