- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óluva í Gong er Ársins Brita
Óluva í Gong er Ársins Brita
Hon fekk heiðurin á kvinnutiltakinum í Fuglafirði í gjárkvøldið
09.03.2024 - 10:57
Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, er Ársins Brita 2024.
Tað var á tiltakinum, "Millum makligheit makt og mammon", sum var í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í gjár á altjóða kvinnudegnum, at Óluva í Gong varð kosin til Ársins Britu.
Ársins Brita verður latið eini sterkari og framsøknari kvinnu, sum er djørv, stendur við sítt og við síni virðir.
Í dómsnevndini í ár vóru Tóra Effersøe Mortensen frá Kvinnu, Brandur Mortensen Nolsøe frá Javnstøðunevndini og Rønn Eliasen frá Fuglafjarðar kommunu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV