Mótstøðuførar bakteriur dálka víða um í Havnini

Mótstøðuførar bakteriur dálka víða um í Havnini
Anni Djurhuus, granskari á Setrinum, hevur saman við øðrum gjørt umfatandi kanning av dálking úr rottangum og kloakkum í høvuðsstaðnum
Bakteriur eru funnar í hyljum og á sjónum, og talan er bæði um mótstøðuførar og sjúkuelvandi bakteriur.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.03.2024 - 10:35

- Eg hevði helst ikki farið í hyljarnar við Skansan at spælt við børnunum.

Tað sigur Anni Djurhuus, granskari á Setrinum, sum saman við øðrum hevur gjørt umfatandi kanning av dálking úr rottangum og kloakkum í Havn.

Kanningin bendir á, at mótstøðuførar og fjølmótstøðuførar bakteriur og mótstøðuførar ílegur, sum stava frá frárenslum úr rottangum og kloakkum, dálka rættiliga víða um í Havnini:

 

Anni_1

 

Tórshavnar kommuna hevur fingið eina frágreiðing, sum byggir á kanningarúrslitini.

Úrslitini eru almannakunngjørd í tiðarritinum Frontiers in Environmental Science.

 

Reinsibrunnar í Torshavnar kommunu eru eitt slag av klekingarstøð fyri bakteriur, sum eru mótstøðuførar móti antibiotika. (Savnsmynd: Setur.fo)

 

Reinsibrunnar klekingarstøðir

Reinsibrunnarnir, sum taka ímóti skitnum vatni í Tórshavnar kommunu, virka í grundini sum eitt slag av klekingarstøð fyri bakteriur, ið eru antibiotikamótstøðuførar.

Tað vísir nýggja kanningin av dálking úr rottangum og kloakkum í Havn.

Annar brunnurin, sum er kannaður, er á Argjum og hin Yviri við Strond.

Anni Djurhuus sigur soleiðis: 

 

Anni_2


 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. november
Morgunlestur fríggjadagur 22.november 2024
183775
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977