- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Breddanum: Javnstøða og fíggjarviðurskifti
Enn er langt á mál, tá ið ræður um javnstøðu millum kynini á fíggjarliga økinum.
Til dømis forkvinna menn 60 prosent av útgoldnu lønunum í Føroyum sambært Hagstovuni.
Hóast fleiri orsøkir eru, so bendir nógv á, at fíggjarliga støðan broytist nógv, tá kvinnan fer í barsilsfarloyvi.
Lítil og eingin munur er á, hvussu nógv menn og kvinnur tjena, til fyrsta barnið kemur.
Kvinnan forvinnur eitt sindur meira enn maðurin, áðrenn fyrsta barnið kemur.
Men eftir fyrsta barnið, fer inntøkan niður niður á eitt stig, sum er 34 prosent minni enn lønin hjá manninum, og lønin verður verandi har
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna.
Breddin í útvarpinum klokkan 10.
Sendingin verður stroymd her.