- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrrverandi leiðari á Heilbrigdi krevur 300.000 kr. í viðbót
Fyrrverandi leiðari á Heilbrigdi krevur 300.000 kr. í viðbót
Heilsumálaráðið vil ikki góðtaka viðbótina, sum ongantíð er goldin. Føroya rættur viðger málið í dag
07.03.2024 - 12:20
Spurningurin um viðbótina hjá Sjúrði Knudsen, sum var leiðari á Heilbrigdi, verður viðgjørd í Føroya rætti í dag.
Hann sigur seg hava gjørt avtalu um viðbót, tá hann var settur.
Men Heilsumálaráðið vildi ikki góðtaka viðbótina, sum tí ongantíð er goldin.
Sjúrður Knudsen heldur tó fast við sítt.
300.000 kr.
Hann hevur stevnt Heilbrigdi eftir 300.000 krónum.
Sjúrður Knudsen fór frá sum leiðari 1. februar í fjør.
Tá var fráfaringaravtala gjørd millum hann og Heilbrigdi.
Sjúrður Knudsen var leiðari á Heilbrigdi frá 1. mai 2018.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV