- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Breddanum: Støðan í Gasa og amerikanska forsetavalið
Støðan í Gasa versnar alsamt - børn doyggja í hungri og neyðhjálpin er als ikki nøktandi, sigur Reyði Krossur.
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael? Og hvørjum skulu vit trúgva, tá falstíðindi floyma inn yvir og okkum og fylla almenna rúmið?
Tað spyrja vit Sigrið Zachariasen, dagligan leiðara í Reyða Krossi, um.
Hesir báðir fara aftur at kappast um amerikanska forsetasessin. (Savnsmynd: AP)
Amerikanska forsetavalið
Joe Biden og Donald Trump vera forsetavalevni í USA 5. november.
Tað er greitt, nú uppstillingarval hava verið í flestu statum.
Týsdagin var Super Tuesday í USA. Men hvat merkir tað, at amerikanarar hava hesar báðar at velja ímillum?
Báðir eru komnir væl til árs, og annar er umstríddur og hevur bæði rættarmál og ákærur hangandi yvir sær.
Tóri Højgaard, sum fylgir væl við amerikanskum politikki, og Erik Løksagarð Absalonsen, stjórnmálafrøðingur, vera í útvarpsstovuni.
Breddin í útvarpinum klokkan 10.
Sendingin verður eisini stroymd her.