- Tíðindi, mentan og ítróttur
93 nýggj akfør skrásett í februar
93 nýggj akfør skrásett í februar
Persónbilarnir vóru 67 bæði í ár og í fjør
04.03.2024 - 09:12
93 nýggj akfør vóru skrásett í februar, 18 færri enn í februar í fjør.
Men persónbilarnir vóru 67 bæði í ár og í fjør.
Til 1.mars vóru skrásett 157 akfør, 39 færri enn í januar og februar í fjør. Afturgongdin er sløk 20 prosent.
Men akførini, sum eru innflutt brúkt, eru fleiri í ár. Tey vóru 39 í februar, 22 fleiri enn í februar í fjør.
Her er serliga talan um persónbilar.
Sí yvirlit frá Akstovuni um skáseting av nýggjum akførum her.
Sí yvirlit frá Akstovuni um skráseting av brúktum akførum her.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV