- Tíðindi, mentan og ítróttur
140 milliónir til farstøð
140 milliónir til farstøð
Tað fer at kosta Tórshavnar havn 140 mió. kr., nú Smyril Line skal byggja nýggja farstøð
01.03.2024 - 07:01
Tað fer at kosta Tórshavnar havn 140 mió. kr., nú Smyril Line skal byggja nýggja farstøð.
Tá eru landgongd og tollbygningur við.
Í fíggjarætlanini fyri 2024 eru 40 milliónir.
Fyrsta gjaldið til Smyril Line er 26,3 milliónir.
Tað skal gjaldast, tá sáttmálin við arbeiðstakaran verður undirskrivaður.
Hitt skal gjaldast, tá byggingin er liðug.
50 milliónir koma í íløguætlanina hjá Tórshavnar kommunu í 2025 og 50 milliónir í 2026.
Haraftrat skal Tórshavnar havn taka niður svarta pakkhúsið og gera nýggjan stormpullart.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV