- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sleipaði í tvey samdøgur í ringum veðri
Bingjuskipið Francisca, sum Brimil sleipaði til lands um vikuskiftið, liggur enn í Kollafirði.
Francisca fekk maskinbrek leygarmorgunin, tá skipið var góðar 170 fjórðingar vestur úr Suðuroynni.
Brimil var hjá Franciscu um miðnáttina leygarkvøldið.
Fyrst var ætlanin at sleipa til Runavíkar.
Men hetta var broytt til Kollafjørð, tí veðurvánirnar vóru so ringar.
Avgjørt var at fara suður um Suðuroynna og síðani norður við landinum eystanfyri.
Veðrið var so vánaligt, at Brimil bað um hjálp frá sleipibátunum Pressaranum og Mariu, sum fylgdu við Brimli, tá komið var inn um Stongina.
Tá skipini komu inn undir Síðu á Streymoynni, fór loðsur umborð og Maria setti fast á reyvina á Franciscu.
Veðrið var ikki av tí besta tá.
Ringt veður
Í Kollafirði vóru hvirlurnar um 30 m/s.
Men tað eydnaðist at fáa bingjuskipið til bryggju klokkan knappliga hálvgum tólv mánakvøldið.
Francisca siglir undir niðurlendskum flaggi.
Skipið er bygt í 1997. Tað er 100 metrar langt og 17 metrar breitt.
Tað kom úr Íslandi við bingjum.
Francisca liggur enn í Kollafirði.