- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eiga vit at fyrireika okkum til kríggj?
Í Svøríki og Noregi tosa myndugleikar við greiðum orðum um, at heimurin er vorðin ótryggari. Tey fyrireika seg uppá, at kríggj kann bresta á.
Í Føroyum hava vit ymsar tilbúgvingar. Landssjúkrahúsið er til dømis tilbúgvið til støður sum flogvanlukkur ella farsóttir, og sjúkrahúsið og aðrir stovnar eru í holt við at bjálva seg ímóti talgildum álopum. Men tosa vit um geislavirkni, er ongin tilbúgving. Tað viðgekk Bjarni Kárason Petersen, landsstýrsmaður í tilbúgvingarmálum í Breddaum fyrrapartin.
Og hvussu er við ávaringarskipanum og skýlum at fjala seg í?
- Vit eru í eini tilgongd at skipa goymsluna á Landssjúkrahúsinum soleiðis, at hon kann virka sum neyðgoymsla fyri alt landið.
Steinar Eirikstoft, forstjóri, Sjúkrahúsverkið
Brynja seg til kríggj aðrastaðni
Svenskir myndugleikar mæla fólki til at hava mat á goymslu og at tryggja sær atgongd til vatn. Bæði hernaðarliga og sivilt brynja tey seg til, at tað ringasta skuldi hent, - at Russland leypur á. At tað er Russland, sum er størsta hóttanin, dylja sviar ikki fyri.
Í Danmark fylgja tey við, hvussu sviar fyrireika seg. Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri, viðmerkti í januar, at svenska útmeldingin var rættiliga dramatisk eftir hansara tykki, og at hann ikki metti, at Danmark var í nøkrum beinleiðis vanda fyri at koma í krígsstøðu.
Danska tilbúgvingarstýrið hevur á síni heimasíðu ymsar faldarar, alt eftir hvørja undantaksstøðu talan er um. Er talan um hendingar, har vandi er fyri geislavirkni, er til dømis týdningarmikið at halda seg innandura. Er talan um dálking við vandamiklum gassi, kann tað til dømis vera sera týðandi at kunna skola sær.
Váðameting í gerð
Arbeiðs- og brunaeftirlitið arbeiðir við at útvega eina váðamynd fyri Føroyar. Hon verðurvæntandi liðug um eitt ár, sigur stjórin í Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum.
- Tað, vit hava bundið okkum til yvirfyri politisku skipanini, og sum vit eisini halda er realistiskt at náa, er, at um eitt ár hava vit eina føroyska váðamynd.
Leivur Persson, stjóri, Arbeiðs- og bunaeftirlitið
Í Danmark hava tey ávaringarlúðrar ella sirenur, og eisini eina talgilda ávaring, sum verður send út til allar fartelefonir í einum øki, har stórur vandi er á ferð. Hendan ávaringin eitur “Sirenen”, og fólk skulu ikki melda seg til - hon verður send øllum, sum hava nóg nýggja telefon.
Aðrastaðni á síðuni hjá Beredskabsstyrelsen finna vit eina útgávu, sum nevnist “nationalt risikobillede 2022”. Hetta er ein váðameting, sum verður gjørd við 5 ára millumbili, har ymisk framlit - senario - verða lýst.
Har eru framlit fyri ódnarveður, tilburður við geislavirkni, eiturgassi, yvirgangi og øðrum álvarsomum vandum. Eitt av teimum, sum í 2022 verða mett at hava víðfevndastu avleiðingarnar, er talgildur yvirgangur, so sum hakking, sum kann leggja niður skipanir, ið hava við telefonsamband, streymveiting og annað av stórum týdningi fyri samfelagið.
Yvirtóku tilbúgvingina í 2007
Føroyar verða ikki nevndar í donsku váðametingini, tí vit hava yvirtikið tilbúgvingarøkið. Tað gjørdu vit í 2007.
Tað hevur við sær, at “hvør landsstýrismaður, kommuna og fyritøka skal, innan egið ábyrgdarøki, hava dygga tilbúgving, umframt tryggja, at virkisføri í samfelagnum minst møguligt verður skert ella fer til grundar orsakað av kreppum og vanlukkum”, skrivaði landsstýrið í tíðindaskrivi í 2007, og tilbúgvingarlógin frá 2012 staðfestir nakað tað sama.
- Eingin vandi er fyri kjarnorkukríggi í løtuni, men vit skulu vera fyrireikað.
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður tilbúgvingarmál
- Vit skulu hava váðameting - millum annað fyri geislavirkni - men eingin vandi er fyri kjarnorkukríggi her og nú, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í tilbúgvingarmálum.
Hinvegin eru kjarnorkuriknir kavbátar í føroyskum sjógvi, og tí skulu vit hava eina tilbúgving, sigur Bjarni Kárason Petersen. Landsstýrismaðurin metir heldur ikki, at tað er neyðugt við lúrum og øðrum ávaringarskipnum í løtuni, segði hann millm annað í Breddanum fríggjadagin 23. februar 2024.