- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rannsóknarleiðari settur til tænastumannakanningina
Rannsóknarleiðari settur til tænastumannakanningina
Jens Nørtved, hjálpardómari í rættinum í Roskilde, fer at standa fyri avhoyringunum í tænastumannakanningini av Turið Arge, aðalstjóra
22.02.2024 - 16:00
Rannsóknarleiðar er nú settur at standa fyri tænastumannakanningini av embætisførsluni hjá Turið Arge, aðalstjóra í Heilsumálaráðnum.
Tað verður Jens Nørtved, hjálpardómari í rættinum í Roskilde, sum fer at standa fyri avhoyringunum í kanningini.
Jens Nørtved hevur fyrr arbeitt í Føroyum sum hjálpardómari og skilir sostatt føroyskt bæði í skrift og talu, upplýsir Henrik Møller, dómari í Føroya rætti, fyri Løgmansskrivstovuni.
Á Løgmansskrivstovuni hava tey einki fingið at vita um, nær roknast kann við, at tænastumannakanningin verður liðug.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV