- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sleppa ikki í Hægstarætt við kravi um heilsutrygdargjald
Processbevillingsnævnet hevur á fundi 7. februar gjørt av, at Heilsutrygd sleppur ikki í Hægstarætt við málinum um heilsutrygdargjald, sum Heilsutrygd hevur biðið um.
Málið hevur skjótt 12 ár á baki, og orsøkin er, at Løgtingið hevur samtykt, at Føroyar gjøgnum Danmark skulu vera partur av norðurlendska samstarvinum á arbeiðsmarknaðinum. Hetta er gjørt við bæði tvískattavataluni og norðurlendska sáttmálanum um sosiala trygd.
Hesin sáttmálin ásetur, at ein persónur er sosialt tryggjaður í tí landi, hann arbeiðir.
At vera sosialt tryggjaður er at hava rætt til barsil, sjúkrapengar, sosialar veitingar o.s.fr. í arbeiðslandinum. Afturfyri hevur persónurin ikki rætt til gjøld í bústaðarlandinum. Tí ber ikki til at fáa dupult útgjald, og tí er heldur ikki heimild at krevja inngjald í báðum londum.
Heilsutrygd vil ikki viðurkenna
Heilsutrygd hevur frá byrjan noktað at viðurkent, at onki heilsutrygdargjald skal vera goldið, tá persónur arbeiðir í øðrum norðurlandi, skrivar Antares, sum er felagið hjá føroyskum útisiglarum.
Gongdin í málinum hevur verið, at Føroya Rættur fyrst staðfesti avgerðina hjá Kærunevndini, um at Heilsutrygd ikki kann krevja heilsutrygdargjald.
Síðani fór málið í landsrættin, har Eystari Landsrættur staðfesti, at Heilsutrygd hevur stevnt skeivum persónum. Niðurstøðan í landsrættinum var, at Heilsutrygd átti at stevnt Kærunevndini.
Fyribils sær sostatt út til, at málið er endað, tí Heilsutrygd sleppur ikki í Hægstarætt við kravinum um heilsutrygdargjald.