- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uttan tunnil hevur oyggin ikki langa tíð eftir
- Verður Skúvoyggin ikki bundin í komandi Suðuroyartunnilin, hevur okkara oyggj ikki langa tíð eftir, har fólk búgva.
Tað er boðskapurin í skrivinum saman við teimum umleið 870 undirskriftunum, sum skúvoyingar hava savnað, og sum seinnapartin var handað Akseli V. Johannesen, løgmanni.
Skúvoyingarnir vísa á, at einki verður sagt í verkætlanini fyri Suðuroyartunnilin, at ein teymur skal koma upp í Skúgvoy.
Tað er órógvandi, at einki hoyrist frá politikarunum, og harumframt eru teir vitandi um, at partar av nevndini í tunnilstoyminum ikki eru serliga áhugaðir fyri at gera tunnil til Skúvoyar, verður sagt.
Loysn er klár
- Men ein góð loysn liggur klár, so ein íbinding til Skúvoyar ber væl til, um viljin er til staðar, verður sagt í skrivinum.
Víst verður á, at kemur tunnilin upp í Skúgvoy, verða minni útreiðslur, tí skip, atløguumstøður og lønir til manning og avgreiðslufólk í longdini verða dýrari, enn at binda í Suðuroyartunnilin.
Nógvir túrar verða avlýstir orsakað av vána líkindum, so trupulleikarnir verða ikki loystir bara við einum nýggjum skipi.
"Vit heita tí so inniliga á politikararnar um at samtykkja, at tunnilin skal upp í Skúgvi, so vit eisini kunnu síggja eina ljósa framtið fyri okkum og okkara oyggj, verður sagt í skrivinum, sum løgmaður hevur fingið saman við teimum umleið 870 undirskriftunum.
Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 18.
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen