- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar í næstovasta styrkisbólki
Góðu úrslitini hjá manslandsliðnum í hondbólti seinastu árini hava við sær, at Føroyar verða í næstovasta styrkisbólki, tá lutakast um komandi EM-undankappingina verður 21. mars, skrivar in.fo.
Hetta merkir, at føroysku menninir sleppa undan londum sum Eysturríki, Montenegro, Serbia, Póllandi, Kekkia, Norðurmakedonia og Grikkalandi.
Føroysku áskoðararnir gjørdu veruliga vart við seg í Berlin í januar, og nú er góður møguleiki fyri, at teir aftur fáa møguleikan stuðla føroysku monnunum til næsta EM-endaspælið
Úr ovasta styrkisbólkinum kunnu Føroyar møta millum annað Íslandi og Slovenia, og í triðja potti eru millum annað Belgia, Rumenia og Ukraina, sum Føroyar hava vunnið á á heimavølli. Í niðasta styrkisbólkinum er eitt av londunum Lettland, sum føroyska landsliðið vann á í januar 2022.
Styrkismetingin byggir á úrslitini í EM 2024, har Føroyar vóru við í endaspælinum í Týsklandi, og HM 2023 og EM 2022, har føroyska landsliðið var við í undankappingini.
EM-endaspælið í 2026 verður leikt í Danmark, Norra og Svøríki, og vertslondini hava fast pláss í endaspælinum. Harumframt hevur verandi meistarin, Frakland, pláss í kappingini. Russland er styrkismett omanfyri Føroyar, men teir eru framvegis útihýstir úr EHF-kappingum.
Styrkismetingin:
Pottur 1: Týskland, Spania, Ungarn, Ísland, Kroatia, Slovenia, Portugal, Niðurlond
Pottur 2: Eysturríki, Montenegro, Serbia, Pólland, Kekkia, Norðurmakedonia, Føroyar, Grikkaland
Pottur 3: Bosnia Hersegovina, Slovakia, Belgia, Sveis, Rumenia, Litava, Ukraina, Italia
Pottur 4: Finnland, Ísrael, Estland, Georgia, Turkaland, Luksemborg, Kosovo, Lettland
Á gosi: Ovurfegnir føroyingar í Mercedes Benz-Arena eftir javnleikin ímóti Norra