- Tíðindi, mentan og ítróttur
Klokkan verður framvegis flutt
Klokkan verður framvegis flutt
Vit fáa aftur summartíð tann 31. mars til 27. oktober í ár. Og soleiðis verður í øllum førum fram til 2028.
18.02.2024 - 11:48
Tað hevur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, gjørt av. Hann hevur sent út kunngerð um summartíð 2024, 2025, 2026, 2027 og 2028.
Tað hevur annars verið kjak um at gevast at flyta klokkuna. Millum annað heldur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, at vit ikki eiga at flyta klokkuna.
Í Íslandi hava tey ikki flutt klokkuna síðan 1968, og nú er Grønland eisini givið at flyta klokkuna. Grundgevingin hjá grønlendsku myndugleikunum er, at Grønland vil vera nærri evropeisku klokkutíðunum.
Men í Føroyum er so kunngerð júst lýst, sum sigur, at vit skulu flyta klokkuna í mars og oktober á hvørjum ári til og við 2028.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV