Stýrið vildi hava stjóran frá

Stýrið vildi hava stjóran frá
Semja var millum stýrið fyri Bústaðir og Andras Róin, at hann skuldi fara frá sum stjóri
Fyri 11-12 árum síðani var avgjørt, at Húsalánsgrunnurin skuldi kallast Bústaðir.
 
16.02.2024 - 09:14

Tað var stýrið fyri Bústaðir, sum vildi hava stjóran, Andras Róin, frá.

Tað sæst í innliti, sum Kringvarpið hevur fingið í samskifti, fundarfrágreiðingar og annað millum Umhvørvismálaráðið og stýrið og leiðslu í Bústøðum viðvíkjandi broytingunum í leiðsluni í Bústøðum.

Sambært telefon-notati hjá Póli Egholm, aðalstjóra í Umhvørvismálaráðnum, ringdi Teitur Samuelsen, formaður í stýrinum fyri Bústaðir, fyrrapartin mánadagin 12. februar.

 

Teitur Samuelsen er formaður í stýrinum fyri Bústaðir.

 

Teitur Samuelsen kunnaði um, at hann seinni um dagin fór at hava fund við stjóran, Andras Róin.

Stýrið var samt um, at broytingar møguliga skuldu gerast í leiðsluni, og hetta ætlaði hann at umrøða við Andras Róin, stjóra, á fundi seinni um dagin.

Aðalstjórin takkaði og svaraði, at tað er stýrið, sum stendur fyri og sum skipar leiðsluna í grunninum.

 

Semja um fráfaringaravtalu

Seinnapartin sama dag ringdi Teitur Samuelsen aftur og kunnaði um, at nú høvdu stýrið og Andras Róin í semju gjørt av, at Andras Róin skuldi gevast sum stjóri.

Virksemið er nógv broytt seinastu árini, og er vaksið í vavi og kompleksiteti. Stýrið metti, sambært formanninum, at neyðuga menningartilgongdin best kann koma á mál við nýggjum kreftum.

Samstundis varð boðað frá, at Hjørdis Gaard var sett sum fyribilsstjóri, til nýggjur stjóri er settur.

 

Semja var gjørd við Andras Róin um, at hann skuldi fara frá sum stjóri í Bústøðum. 

 

Dagin eftir, 13. februar, ringdi sakførarin hjá Húsalánsgrunninum og kunnaði um løn til fyribilsstjóran.

Sama dag, týsdagin 13. februar, varð kunngjørt, at stýrið fyri Bústaðir og Andras Róin í semju høvdu gjørt fráfaringaravtalu.

Bústaðir eru undir lógini um Húslánsgrunnin fra 2010 við seinni broytingum í 2023.

Fyri 11-12 árum síðani var avgjørt, at Húsalánsgrunnurin skuldi kallast Bústaðir.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Norðurljóð 27.januar 2025
186723
Mánadag 27. januar
Takk fyri dansin, Teitur
186918
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749