- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skíggjanýtslan á Glasi verður avmarkað
Skíggjanýtslan á Glasi verður avmarkað
Telefonir skulu sløkkjast, ella standa í flogstøðu, og leggjast í eitt skáp í tímunum.
16.02.2024 - 10:46
Komandi skúlaár verður skíggjanýtslan á Glasi avmarkað.
Hetta verður gjørt í sambandi við trivnaðarátak í skúlanum, stendur í boðum til næmingar og lærlingar á Glasi.
Una Joensen er rektari á Glasi. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Tað merkir m.a., at telefonir skulu sløkkjast, ella standa í flogstøðu, og leggjast í eitt skáp í tímunum.
Næmingaráðið á Glasi er hoyrt í sambandi við fyrireikingarnar, og fær stóran leiklut at fáa ætlanina at rigga, sigur Una Joensen, rektari.
Hoyr innslag í útvarpstíðindum:
16022024_Una_og_telefonir_a_Glasi
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV