Fimm mál fáa fyrstu viðgerð í dag

Fimm mál fáa fyrstu viðgerð í dag
Landsstýrið hevur biðið um tvær milliónir aftrat til sambýlið í Reynatúni á Argjum, og Fólkaflokkurin hevur uppskot um eykajáttan til Varpið og FM-sendinet
13 tingfundir eru á skránni í februar, mars og apríl. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
13.02.2024 - 08:17

Fimm fyrstu viðgerðir eru á skránni fyri tingfundin í dag.

Millum annað biður Almannaráðið um tvær milliónir aftrat til sambýlið til fólk við menningartarni og fjølbreki í Reynstúni á Argjum.

Í 2022 læt løgtingið 54 milliónir til byggingina.

Nú biður Almannaráðið um tvær milliónir aftrat.

Tær tvær milliónirnar eru tøkar í fíggjarlógini fyri 2024, sigur Almannaráðið, tí sambýlið á Mýrini bleiv bíligari enn mett.

 

Varpið og FM

Og tvey uppskot um eykajáttanarlóg hjá Fólkaflokkinum í Norðoyggjum eru eisini á dagsskránni í dag.

Biðið verður um fimm milliónir til Varpið og eina millión til FM-sendinet í bergholinum til Viðareiðis.

13 aðrir tingfundir eru settir á skránna í februar, mars og apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Leygardag 11. januar
Vikan 11. januar 2025
186164
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035