- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tríggjar skuldsetingar fyri hending í Klaksvík
Ein maður fekk tríggjar skuldsetingar eftir eina hending í Klaksvík klokkan hálvgum fimm sunnumorgunin.
Hann er skuldsettur fyri at hótta við knívi, fyri at bróta húsfriðin og fyri herverk.
Maðurin var tikin sunnudagin.
Hann var latin leysur eftir avhoyringina.
Løgreglan helt ikki, at brúk var fyri grundlógaravhoyring og kravi um varðhaldsfongsling.
Eldur í eltalvu
Tá fólk vóru í holt við at baka føstulávintsbollar í Miðnámsskúlanum á Kambsdali seint í gjárkvøldið, kom eldur í eina eltalvu.
Fráboðanin kom stutt fyri klokkan hálvgum tólv.
Nógvur roykur var, - so nógvur, at tey, sum vóru inni í skúlanum, vóru flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar fyri roykeitran.