- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tilmæli um sjúkraflutning kemur í summar
Sjúkraflutningstænastan í øllum landinum verður enduskoðað í løtuni.
Eitt tilmæli um dagførig verður latið Sjúkrahúsverkinum í summar.
Brúk er fyri einari endurskoðan, nú undirstøðukervið er nógv broytt, síðani Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin eru komnir.
Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna, í svari til Jacob Vestergaard, tingmann, sum spurdi um
sjúkraflutningstænastuna í Sandoynni.
Óvissa eftir 31.mai
Landsstýriskvinnan svarar, at tænastan í Sandoynni er við í endurskoðanini, sum nú er.
Í løtuni hevur sjúkraflutningstænastan í Landssjúkrahúsinum avtalu við ein privatan veitara um sjúkraflutning í Sandoynni. Hon er galdandi til 1.juni í ár.
Landssjúkrahúsið sendir boð eftir sjúkrabilinum, og heldur við líka bil og útgerð.
Tá starvsfólk í sjúkraflutningstænastuni fáa undirvísing, fevnir hetta eisini um starvsfólk í Sandoynni.
Enn er ikki greitt, hvussu verður við sjúkraflutningstænastuni í Sandoynni eftir 31.mai, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna.