- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vandi fyri skriðum fleiri staðni
Vandi fyri skriðum fleiri staðni
Vandi er fyri áarlopum og skriðum. Landsverk mælir til varsemi
11.02.2024 - 10:55
Klokan 9 í morgun hevði løgreglan fingið tvær fráboðanir um skriður beint áðrenn leynatunnlin - Vestmanna-megin.
Ein kvinna var á veg til Havnar, tá bilurin hjá henni var raktur av kavanum, og ein rútur í bilinum brotnaði.
Eingin fekk skaða av hendingini, men ein smágenta, sum sat í bilinum fekk stóran skelk, sigur vakthavandi á politistøðini.
Kvinnan, sum koyrdi bilin, gjørdi av at venda bilinum inni í leynatunlinum og koyra heimaftur.
Fráboðanin frá kvinnuni var ikki tann fyrsta í morgun - ein onnur skriða var tætt við eina løtu áðrenn.
Vandi er fyri áarlopi, sigur Mortan Olsen vakthavandi hjá Landsverki - hann mælir til at koyra við varsemi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV