- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjur leiðari í Filmshúsinum
Marjun Niclasen er nýggjur leiðari í Filmshúsinum.
Hon er útbúgvin cand. mag. í fimsvísindum og miðlan, og hevur í mong ár verið virkin í arbeiðinum at menna føroyskan film. Hon hevur m.a. sitið í stýrinum fyri Filmshúsið.
Seinstu sjey árini hevur Marjun Niclasen verið leiðari fyri Visit Runavík.
Hon tekur við starvinum 20. mars, og arbeiðsstaðurin verður í Filmshúsinum á Vestaru bryggju í Havn.
Spennandi avbjóðing
- Livandi myndir gerast ein alsamt størri mentanarberi, og her kunnu vit gera nakað munagott, so føroyskt mál og mentan standa sterk hjá komandi ættarliðum. Vit skulu skapa best hóskandi møguleikar fyri filmsumhvørvið. Tað er ein spennandi avbjóðing, sum eg gleði meg til at fara undir, sigur Marjun Niclasen í tíðindaskrivi.
Tina í Dali Wagner hevur verið leiðari í Filmshúsinum seinastu seks árini.
Filmshúsið var sett á stovn í 2018 við tí endamáli, at menna føroyska filmsvinnu.
Ein strategisk ætlan er løgd, har filmur í Føroyum skal flyta seg frá at verða eitt ítriv til eina vinnu.