- Tíðindi, mentan og ítróttur
Foreldrafelagið Heim og skúli tekur undir við at lækka næmingatalið
Lærarin fær meira tíð til at geva hvørjum næmingi trivnað og læring.
Minni flokkar hava eisini við sær meira frið í skúlastovuni og gera tað lættari at arbeiða við tvístøðum í flokkinum.
Tað sigur foreldrafelagið Heim og skúli, sum tekur undir við uppskotinum hjá Barna- og Útbúgvingarmálaráðnum, at í mesta lagi 20 næmingar mugu vera í hvørjum flokki í fólkaskúlanum.
20 næmingar hóskandi
20 næmingar eru ein nóg stórur flokkur til, at næmingarnir fáa gagn av royndunum hjá hvørjum øðrum og hava verkætlanar- og bólkaarbeiði um somu tíð, sum arbeitt verður við tí sosiala, sigur felagið.
Heim og skúli halda, at best er at brúka námsfrøðingar í grunddeildina, sum er upp í triðja flokk.
Eldru flokkarnir hava gagn av útbúnum lærarum, sigur felagið.
Minni flokkar - styttri skúldag
Heim og skúli heita á kommunurnar um at leggja upp fyri floksstøddini og gongdini í fólkatalinum, tá nýggir skúlar vera fyrireikaðir.
Tað forðar fyri, at hølini eru ov lítil, tá tey eru liðug.
Felagið sigur, at minni flokkar gera, at til ber at stytta skúladagin.