- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flestu ellisakfør kunnu ikki brúka nýggja bensinið
Flestu ellisakfør kunnu ikki brúka nýggja bensinið
Føroya Ellisakfør heita á oljufeløgini um at bera so í bandi, at 98 oktan-bensinið framvegis verður tøkt fyri ein sámiligan prís
08.02.2024 - 12:15
At 98 oktan-bensinið nú stigvíst verður tikið av marknaðinum, og E10-bensin kemur í staðin, ørkymlar felagið Føroya Ellisakfør, tí flestu ellisakfør kunnu ikki brúka hetta nýggja bensinið.
Felagið hevur millum annað í brøvum til oljufeløgini víst á trupulleikan.
Finn Jakobsen, stjóri í Magn, sigur, at tey hava havt bæði ellisakfør og onnur í huga, nú tey hava fyrireikað seg til at fara frá 98 oktan til E10-bensin.
Føroya Ellisakfør heita á oljufeløgini um at bera so í bandi, at 98 oktan-bensinið framvegis verður tøkt fyri ein sámiligan prís.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
08022024_Ellisakfor
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV