- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pedagogfelagið hevur steðg í sáttmálasamráðingunum
Føroya Pedagogfelag hevur boðað frá steðgi í sáttmálasamráðingunum við Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafeagið, til felagið hevur havt aðalfund 2. mars.
Felagið sigur á heimasíðuni, at einki røkist fyri, at semja fæst við arbeiðsgevararnar í bræði, og tí hevur nevndin avjørt at hava steðg í samráðingununum, til eftir aðalfundin
- Við virðing fyri, at felagið møguliga hevur fingið nýtt forfólk og nýggja nevnd eftir aðalfundin, skulu hesi tá hava møguleika at ávirka samráðingarnar, skrivar Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, á heimasíðu felagsins.
Tvey valevni eru til forfólkasessin í Pedagogfelagnum á aðalfundinum. Tey eru Jógvan Philbrow og Sanna á Løgmansbø, sum er leiðari á dagstovnum Birkilund í Havn.