- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gjaldsportrið í Saksun tikið niður
Nógv umrødda gjaldsportrið í Saksun er tikið niður.
Tað skrivar Norðlýsið.
Orsøkin er, at André Kruse, festari, vil ikki hava, at portið verður eitt jarnbrot hjá politisku myndugleikunum og Visit Faroe Islands til at lóggeva hópferðavinnu til Føroya.
Sipað verður til uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um burðadygga ferðavinnu, har millum annað ferðafólk rinda náttúrugjald, tá tey koma til Føroya, og ongi gjaldsportur eru loyvd.
Men portrið í Saksun skal ikki longur verða ein umbering fyri slíkum politikki, skrivar Norðlýsið.
Portrið verður nú vanligt hagaportur aftur, og uppgávan at verja økið er latin mynduleikunum.
Tað var í 2019, at André Kruse, festari, setti portrið upp, har fólk skuldu rinda við gjaldskorti fyri at ganga út á Lógv í Saksun.