- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flogskipari: Máttu bíða til Kambur sakk at fáa fatur á síðsta manninum
Andreas Mouritsen, tyrluflogskipari, var partur av tyrlumanningini, sum bjargaði teimum 14 monnunum av Kambi í gjáramorgunin.
Kambur lá á liðini, tá teir komu á staðið.
- Vit settu ein bjargari niður á stýrhússíðuna á Kambi eftir teimum 13 monnunum, ið stóðu har, og tað gekk væl at fáa teir upp, greiðir Andreas Mouritsen, tyrluflogskipari frá.
- Eg vildi mett, at vit brúktu umleið ein minutt at fáa hvønn mannin upp í tyrluna.
Soleiðis sá út, tá bjargingartyrlan bjargaði teimum 14 monnunum av Kambi.
14. maðurin vildi ikki leypa á sjógv
Tyrlumanningin sá, at tað stóð ein 14. maður longri frammi á skipinum, men hann stóð aftan fyri lúnningina og eina mastur.
- Vit sett tískil bjargaran á sjógv, og hann royndi at fáa mannin at leypa á sjógv til sín, men tað vildi maðurin ikki, greiðir Andreas Mouritsen frá.
Avrátt var tí at lata mannin standa á skipssíðuni og fara inn við hinum 13.
- Brennievnið fór at ganga undan, og tað er eisini avmarkað, hvat tyrlan tekur. Maðurin stóð væl, og vit mettu, at tað skilabesta at gera var at fara inn við restini av manningini.
Bjargaðu mannin, tá Kambur sakk
Komnir út aftur, stóð 14. maðurin lukkutíð framvegis á Kambi, ið nú lá tungt í sjónum.
- Maðurin vildi framvegis ikki leypa á sjógv, og tí avráddu vit bara at bíða eftir, at Kambur sakk, og so bjarga manninum tá, og tað lukkaðist, staðfestir Andreas Mouritsen, tyrluflogskipari.
Hoyr samrøðuna, ið Sigrun Brend gjørdi við Andreas Mouritsen í útvarpstíðindunum: