- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðar royndir við styttri skúladegi á Fløtum
Eitt av teimum 10 uppskotum, sum í dag verður viðgjørt á ungdómstinginum, er um styttri skúladag.
Tríggir næmingar í Skúlanum á Fløtum í Havn hava lagt uppskotið fram.
10 uppskot verða viðgjørd á Ungdómstinginum. Eitt er um at stytta skúladagin. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Tað hevur røtur í eini royndarskipan hjá skúlanum, sum merkir, at eingin er í skúla longur enn til klokkan 13.30.
Regin Marnersson er stjóri á Skúlanum á Fløtum. (Savnsmynd)
Broytingarnar hava m.a. við sær, at mállærugreinarnar eru skornar niður í helvt, og lívfrøði er lagt saman við alis- og evnafrøði.
Enn eru royndirnar góðar sigur skúlastjórin, Regin Marnersson.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Royndarskipanin varir í trý ár, og Fróðskaparsterið eftirmetir hana.