- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýtt sambýli við Rygsá á Argjum
Nýtt sambýli við Rygsá á Argjum
Talan er um bústovn til 24 fólk, sum bera autismu
05.02.2024 - 08:44
Landsverk hevur boðið út ráðgeving og projektering í sambandi við sambýli við Rygsá á Argjum.
Talan er um bústovn til 24 fólk, sum bera autismu.
Hann verður 1.700 brutto fermetrar, ella 1.300 fermetrar netto.
Sambýlið er býtt í fýra búeindir, og skulu einstøku eindirnar ikki órógva hvørja aðra.
Tilboðini skulu vera inni 20.februar og vera eisini latin upp tann dagin.
Vinnarin verður kunngjørdur 12.juni.
Sambært tíðarætlanini skal heimið vera liðugt á sumri 2027.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV