- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mótmæla at Kringvarpið strikar tíðindi á enskum
Útlendingar í Føroyum mótmæla nú, at Kringvarp Føroya er givið at gera tíðindi á enskum.
- "News in English" er einasti máti hjá okkum at fylgja við, hvat hendir í føroyska samfelagnum, sigur Janos Kovacs, sum hevur búð átta ár á Glyvrum, og sum nú savnar undirskriftir inn at mótmæla avgerðina hjá Kringvarpinum.
Eisini Petra Olsen, sum arbeiðir í Tórshavnar kvøldskúla, og sum á fimta ári undirvísir útlendingum í føroyskum, harmast um avgerðina.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Ivan Hentze Niclasen, kringvarpsstjóri. (Savnsmynd; Bjarni Árting Rubeksen)
Ivan Hentze Niclasen, kringvarpsstjóri, sigur, at sparitiltøk eru orsøkin til, at tænastan við tíðindum á enskum er tikin av.
Men arbeitt verður við øðrum møguleikum, sigur hann: