- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eftirlitið við barnaverndini heldur fram
Ætlanin er framhaldandi at hava eftirlit við barnaverndartænastunum fyri at tryggja, at barnaverndarlógin verður fylgd.
Slíkt eftirlit var í 2021.
Yvirskipað vísti tað, at barnaverndartænasturnar leggja dent á at fylgja lógini.
Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, í svari til Liljuna Weihe, løgtingskvinnu.
Hann sigur eisini, at ætlanin er framhaldandi at menna barnaverndarøkið.
Grundað á frágreiðingina hjá Løgtingsins umboðsmanni um barnasamrøður, er Barnaverndarstovan í ferð við at gera eina mannagongd um, hvussu tær skulu vera fyri at tryggja, at barnaverndarsamrøður eru einsháttaðar og sambært barnaverndarlógini.
Sosialráðgevar gera vart við seg
Í sambandi við hetta málið ger Sosialráðgevarafelagið vart við, at arbeiðsbyrðan hjá sosialráðgevunum framvegis er ov stór.
Tað kundi tí verið eyðsæð hjá løgtinginum at sett sjóneykuna á arbeiðsbyrðuna hjá sosialráðgevunum.
Sambært vegleiðing hjá danska sosialráðgevarafelagnum, eiga sosialráðgevar í barnaverndartænastunum ikki at hava fleiri enn 20 – 30 mál.
Tey eru nógv fleiri í nógvum førum her í Føroyum, sigur Sosialráðgevarafelagið.
Sosialráðgevarar vilja ikki kasta ábyrgd frá sær.
Men felagið vil enn einaferð vísa á ta stóru arbeiðsbyrðu og nógvu málini, sum nógvir sosialráðgevar sita við.
Hetta er sera álvarsligt, og tað mugu politikararnir taka í álvara og gera nakað við, sigur Sosialráðgevarafelagið.