- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eftirmetingin av varskógvaraskipanini dregur út
Arbeiðið at eftirmeta varskógvaraskipanina dregur út.
Tað váttar Jan Mortensen, stjóri á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum.
Tá løgtingið samtykti at seta varskógvaraskipanina í verk í 2019, var tað ein treyt, at hon skuldi eftirmetast tvey ár seinni - í mars 2021. Nú, vit skriva 2024, er skipanin framvegis ikki eftirmett.
- Orsøkin til seinkingina er, at tað hava verið sera fá mál fráboðað, sigur Jan Mortensen.
Jan Mortensen er stjóri á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Korruptión og nepotisma
Varskógvaraskipanin hevur til endamáls at tryggja greiðar reglur fyri alment sett starvsfólk í sambandi við fráboðanir um óreglusemi og annað í fyrisitingini.
Dømi um mál, ið kunnu varskógvast, eru mál um korruptión, nepotismu, mutur, skjalafalsan, svik, fíggjarundandrátt, óreglulig viðurskifti í sambandi við bókhald og grannskoðan, harðskap og kynsligan ágang.
Um fráboðað viðurskifti eru fevnd av varskógvaralógini, letur Landsgrannskoðanin upplýsingarnar til avvarðandi aðalstjóra. Aðalstjórin skal síðani seta í verk, fylgja við og enda eina kanning.
Um skipanin skal strikast, broytast ella eitt triðja, er ikki greitt.
Arbeiðið at eftirmeta varskógvaraskipanina er tikið uppaftur og er væntandi liðugt um tvær vikur.