- Tíðindi, mentan og ítróttur
Annað hvørt kamar brúkt
Færri fólkanætur vóru í føroysku gistingarhúsunum í fjør enn í 2022, men nýtslustigið var nærum óbroytt.
Fólkanæturnar vóru fýra prosent færri enn í 2022, men tað var eisini metár, skrivar Hagstovan.
Minkingin er størst uttan fyri Tórshavnarøkið.
Gott helvtin av kømrunum í gistingarhúsunum vóru brúkt í fjør.
Tað er á leið tað sama sum árið fyri.
Fólkanætur telja, hvussu nógv og hvussu leingi fólk gista.
Um 10 fólk gista tríggjar nætur eru hetta 30 fólkanætur.
Fólkanótt
Fólkanæturnar vóru góðar 222.000 í 2023, stívliga 9.000 færri enn í 2022.
Men innskrivingarnar vóru stívliga 92.000, sløk 200 fleiri enn í 2022.
Tað merkir, at fólk gistu færri nætur í fjør enn í 2022.
Ferðafólk úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark settu met í fjør.
Fólkanæturnar hjá føroyingum vóru góðar 58.000 í fjør, 18 prosent fleiri enn í 2022.