- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útseta avhendingina av Varpinum
Avhendingin av mentanarhúsinum, Varpinum, skuldi vera í dag, men er útsett nakrar dagar.
Tað upplýsir Jóhanna Christiansen, sum er stýrisforkvinna í grunninum fyri Varpið.
Høvuðsarbeiðstakarin, Kanjon, eru liðugur við sítt arbeiði, men enn eru onkrar tekniskar loysnir, sum ikki eru endaliga lidnar.
Eitt nú skal ventilatiónsanleggið vera heilt liðugt og roynast, áðrenn brunaanleggið kann roynast.
Jóhanna Christiansen, forkvinna í stýrinum fyri Varpið, og Annfinnur V. Heinesen, stjóri.
2.600 fermetrar
Húsið er 2.600 fermetrar til støddar og kostar slakar 69 mió. krónur. Tá er inbúgvið ikki íroknað.
Hetta svarar til ein fermetraprís upp á umleið 26.500 krónur, sum er ein ógviliga sámiligur fermetraprísur, heldur stýrisforkvinnan.
Í alt fer Varpið at kosta einar 75 mió. krónur, tá alt innbúgvið er sett í húsið, og okkurt minni arbeiði uttanfyri eisini er gjørt.
- Enn mangla 2-3 mió. krónur, til øll fíggingin er fingin. Ein umbøn um meirjáttan er í løgtinginum, sum ikki er viðgjørd enn, men sum vónandi verður játtað, sigur Jóhanna Christiansen, stýrisforkvinna í grunninum fyri Varpið.