- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fimm heimsmeistaraheiti í Toronto
Føroyska landsliðið í inniróðri legði tvey heimsmeistaraheiti afturat rúgvuni, tá róð varð á 2000 metra teininum í gjár.
Sára Maria Johansen, sum róði í bólkinum 21-22 ár, legði seg á odda tíðliga og truggjaði sær gullið við einum góðum endaspurti við tíðini 7:11.3.
Vár G. Hansen, sum vann 500 meturin leygardagin, róði í sama bólki, og á 2000 metrum endaði hon á triðja plássi umleið sjey sekund aftanfyri liðfelagan.
Zoe E. Dickson róði í lættvektsbólkinum fyri tey 21-22 ára gomlu. Við einum sannførandi avriki tryggjaði hon sær sítt annað heimsmeistaraheiti við tíðini 7:30.7, sum eisini er persónligt met.
Mattias Durhuus í bólkinum 17-18 róði aftur væl á 2000 metrum. Hann legði seg á odda tíðliga, men í harðari kapping misti hann oddasessin og endaði í staðin nummar tvey við tíðini 6:12.0, sum eisini er persónligt met.
Landsliðsvenjarin og evropameistarin, Sarita Kristina Hansen, sum róði í lættvektsbólkinum 23-39, endaði á fimta plássi við tíðini 7:24.0.
Fimm heimsmeistaraheiti
Tilsamans hava føroysku rógvararnir vunnið ikki minni enn fimm HM-heiti í Toronti á teimum báðum teinunum, 500- og 2000 metrar.
Sarita Kristina Hansen varð sett sum landsliðsvenjari í september í fjør, og tá boðaði hon frá, at inniróðurin skuldi lyftast upp á hægri stig.
Hon hevur síðan arbeitt við einum senior- og einum ungdómslandsliðið, og úrslitini fyrstu tíðina benda á, at hon ger okkurt rætt saman við rógvarunum.