- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ársins ítróttastjørnuskot: Óli Mittún
Heiðurin sum ársins ítróttastjørnuskot verður latin ítróttafólki, sum við miðvísum arbeiði hevur skarað framúr.
Og hóast hann einans er 17 ára gamal, so hevur ungi bóltsnillingurin úr Hoyvík sanniliga skarað framúr.
Tað veri seg bæði í svartari H71-troyggju, hvítari landsliðstroyggju og nú eisini gulari Sävehofs-troyggju.
Eitt supertalent
Í 2022 hevur Óli Mittún av álvara sligið sítt navn fast, bæði í Føroyum og uttanlands.
Á sumri endaði føroyska U18-manslandsliðið við Óla Mittún á odda á einum sera flottum níggjunda plássi til EM. Eisini har skaraði Óli framúr. Hann var toppskorari í kappingini, og hann var kosin besti hondbóltsleikari í Evropa í U18-árganginum.
Tað var eisini í summar, at Óli skifti felag úr H71 til svenska IK Sävehof, sum spælir í bestu svensku kappingini. Har hevur hann tikið bæði áskoðarar, liðfelagar og venjarar á bóli við sínum kviku fótfintum og knallhørðu skotum.
Og í sínum fyrsta A-landsliðsdysti á heimavølli í oktober í fjør gjørdist hann toppskjútti við heili sjey málum.
- Hann hevur eina bjarta framtíð
Hann spælir dagliga í bestu svensku hondbóltsdeildini, og vit hava fingið eina heilsan sendandi frá venjara hansara, Michael Apelgren.
- Heiðurin er honum væl uppiborin. Hann er ótrúliga evnaríkur ungur ítróttarmaður, sigur Apelgren um unga bóltsnillingin úr Hoyvík.
Apelgren hevði nógv føgur orð at siga um unga hondbóltsúrmælingin, sum sæst í heilsanini niðanfyri.