- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ársins ítróttafyrimynd: Jógvan Kristiansson Glerfoss
Heiðurslønin sum ítróttaFYRIMYNDIN verður latin einum íðkara, venjara, liðleiðara, nevndarlimi ella øðrum, ið tekur ítróttin í álvara, og sum er fyrimynd hjá hinum við sínum jaligum hugburði, bæði til venjing og kapping.
Og ítróttaFYRIMYNDIN 2022 er Jógvan K. Glerfoss, sum er venjari í Bragdinum.
Einastandandi engageraður
Tey, sum kenna Jógvan, siga, at hann er nærlagdur, nørdutur og tekur venjaragerningin í fullum álvara. Tað krevur bæði orku og tíð, men tær vanta ikki, sigur venjarin.
- Eg fái orku frá teimum ungu, og tað er so ótrúliga stuttligt at møta upp. Tað eru tey, sum áttu at fingið hesa fyrimyndina, segði Jógvan við 3-2, sum gjørdi innslag, tá tilnevningin varð kunngjørd.
Og forkvinnan í Bragdinum er sannførd um, at uttan Jógvan og venjaramakkaran Debes var als eingin ungdómsvenjing í felagnum.
3-2 gjørdi eitt portrett av Jógvani K. Glerfoss í samband við tilnevningina sum ársins ítróttafyrimynd, og tað sæst niðanfyri.