- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ársins ítróttafelagsskapur: Víkingur
Ítróttarfeløgini eru ikki bara kapping og elita, tey eru eisini rørsla, motión, sunnheit og hugni. Eitt stað, har kunnu øll vera við – óansæð kyn, aldur og sannføring.
Felagsítróttin hevur øll við og skapar eina savningarmegi, sum hevur stóran týdning fyri alt samfelagið.
Ítróttafelagsskapurin er ein vælvirkandi felagsskapur, sum tekur ábyrgd og leggur lunnar undir eitt gott og mennandi umhvørvi fyri limafeløg og/ella íðkarar, venjarar, nevndarlimir, sjálvboðin v.m. Og heiðurslønina til ársins ítróttafelagsskap verður latin felagsskapi, sum ger eitt sera gott ítróttaligt og samfelagsligt arbeiði.
Í ár varð heiðurslønin fyri ársins ítróttaFELAGSSKAP latin ítróttafelagnum Víkingi.
Stór mál hava givið úrslit
Víkingur hevur seinastu árini veruliga torað at sett sær stór mál – við at satsa uppá egnar leikarar og venjarar. Allir venjarar hjá børnum og ungum eru sjálvboðin, og júst sjálvbodna arbeiðið er nakað, ið eyðkennir Víking. Soleiðis skrivaði innstillingarnevndin millum annað í tilnevningarkunngerðini.
Víðari skrivaði nevndin, at man í fleiri ár í Víkingi hevur lagt stóran dent á at hava breiddina við so langt upp sum møguligt. Av tí at fólkagrundarlagið ikki er serliga stórt, so er tað jú av stórum týdningi, at fráfallið er so lítið sum møguligt. Tí tá eitt lið skal mannast til heilan vøll við 11 leikarum (og fleiri á bonkinum), so er brúk fyri øllum.
Hetta hevur givið úrslit, tí Víkingur er tað felagið, ið hevur flest leikarar skrásettar í mun til fólkatalið í økinum/kommununi. Heili 20 % av fólkinum eru skrásett sum virknir fótbóltsspælarar.
Felagið hevur eisini fingið góð úrslit, og hevur m.a. í ár vunnið kappingina um Løgmanssteypið ímóti KÍ við so at siga bert føroyskum leikarum, har nógv teir flestu eru uppvaksnir í felagnum. Víkingur endaði eisini á 2. plássi í landskappingini.
Í Víkingi leggja tey dent á at dyrka ein góðan felagsskap, tí tey bjóða eitt gott og seriøst tilboð til børn, ung og vaksin í nærumhvørvinum, og tí at tað er ein felagsskapur, har tað er pláss fyri øllum.