Landsverk dømt at rinda 20.000 kr. fyri oljudálking í Froðba

Landsverk dømt at rinda 20.000 kr. fyri oljudálking í Froðba
Landsverk hevði ábyrgdina av oljudálkingini í Froðba í 2018, tað sigur Føroya rættur
1800 litrar av flúgvarabensini fóru út í lendið við tyrlupallin í Froðba náttina millum 22. og 23. januar 2018.
Mynd: Savnsmynd  
 
20.01.2023 - 11:10

Landsverk er dømt at rinda 20.000 kr. í sekt fyri brot á umhvørvisverndarlógina, tá 1800 litrar av flúgvarabensini fóru út í lendið við tyrlupallin í Froðba náttina millum 22. og 23. januar 2018.

Tað var Effo, sum bunkraði til Landsverk, sum umsitur tyrlupallarnar.

Sambært ákæruvaldinum vóru bæði Effo og Landsverk sek í, at flúgvarabensinið fór út í lendið, men Føroya rættur hevur fríkent Effo.

 

Kravið var 150.000 kr. 

Ákæruvaldið kravdi, at Landsverk fekk sekt upp á 150.000 kr., og Effo fekk hækkaða sekt upp á 200.000 kr. fyri brot á umhvørvisverndarlógina, tí Effo er dømt fyri eitt líknandi mál í 2016. 

Bæði Landsverk og Effo noktaðu seg sek.

Tann, sum eigur lendið, krevur endurgjald.

Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa fatur í stjóranum í Landsverki til eina viðmerking um, hvørt Landsverk tekur við dóminum, ella um málið verður skotið inn fyri hægri rætt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369