SEV fekk óvanliga nógva orku úr vatni í fjør

SEV fekk óvanliga nógva orku úr vatni í fjør
30,2 prosent av steyminum, sum SEV framleiddi úr varandi orkukeldum í fjør, kom frá vatni
Nógva avfallið í fjør sæst aftur í streymframleiðsluni hjá SEV úr varandi orkukeldum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.01.2023 - 10:49

2022 var eitt óvanliga gott ár fyri vatnorku.

SEV framleiddi 130,9 GWt úr vatni í 2022.

Tað er 30,2 prosent av streyminum, ið var framleiddur úr varandi orkukeldum í fjør. 

 

Næstan tvífalt sum nógv avfall

2022 er besta árið fyri vatnorku síðani metárið 2015, sigur SEV.

Avfallsmátarin á Fitjunum í Vestmanna máldi 2573 mm fyri árið 2022. 

Til samanberingar kom avfallið upp á góðar 1904 mm í 2021. 

 

2680 mm í 2015

Í 2015 regnaði enn meira. Avfallið var tá góðar 2680 mm.

Sermerkt fyri 2022 var, at nógva regnið kom í juli og august.

Vantverkini gjørdu tríggjar ferðir meiri streym enn í miðal í juli og august.

 

90GWt úr vindi

Vindur gav eisini nógvan streym í fjør.

90 GWt av streyminum, sum SEV seldi í fjør, kom frá vindorku. 

Myllurnar hjá Vindrøkt, sum fóru at mala í juli, góvu sjey prosent av streyminum, sum SEV seldi í fjør. 

 

Varandi orkan í 2022 var býtt soleiðis:

130,9 GWt (30,2%) úr vatni
90 GWt (20,7%) úr vindi
5,4 GWt (1,3%) úr biogassi
0,171 GWt úr sólorku.

SEV og dótturfeløgini stóðu fyri 90,8 prosent av samlaðu framleiðsluni, meðan Vindrøkt/Røkt stóðu fyri 7,9 prosentum.

Biogassverkið Førka framleiddi 1,3 prosent av samlaðu elorkuni.

Í tilsamans 50 samdøgur var orkuframleiðslan í meginøkinum yvir 80 prosent grøn.

56 samdøgur í fjør høvdu suðringar 100% grøna orku í kontaktini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982